• Marknaðarføring
  • Sølumenning
  • Vitlíki
  • Netsøla
  • Lýsingar
  • SEO
  • Ráðgeving

Ráðgeving × vitlíki

Ráðgeving innan marknaðarføring og sølu. Margfaldað við vitlíki

Ráðvit hjálpir fyritøkum at røkka málunum skjótari við serfrøði og drúgvum royndum × vitlíki

Tænastur

Eitt einfalt roknistykki

Margfalda úrslitið

Serfrøði og drúgvar royndir

×

Vitlíki

=

Størri vøkstur fyri minni

Ráð × Vit

Endamálið hjá Ráðvit er einfalt: At brúka okkara hollu royndir og vitan innan marknaðarføring og vitlíki til at skapa størst møguligt meirvirði fyri føroyskar fyritøkur og stovnar.

Árni Olsen, stovnari av Ráðvit
Árni OlsenStovnari

Árni Olsen er stovnari av Ráðvit. Í 2010 samlaði hann føroysku alivinnuna undir felags vørumerkinum — Salmon from the Faroe Islands — við tí úrsliti, at føroyskur laksur gjørdist marknaðarleiðandi og enn í dag fær hægsta prís í heiminum. Síðan hevur hann starvast sum marknaðarleiðari hjá Bakkafrost, og sum sølu- og marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways. Har hevði hann eisini ábyrgdina av at reka og menna tær flestu kundavendu IT-skipanirnar hjá flogfelagnum, umframt atlantic.fo, sum er Føroya størsti nethandil.

Í tíðini hjá Atlantic Airways var hann við til at vinna fleiri altjóða heiðrar fyri marknaðarátøk — millum annað Sheepview og Faroe Islands Translate — og í 2025 varð Atlantic Airways kosið sterkasta vørumerki í Føroyum.

Árni hevur eina bachelorútbúgving í Business Administration við sergrein í marknaðarføring og ein MBA í Luxury Brand Management frá International University of Monaco.

Ráðvit er stovnað við einum greiðum endamáli: at sameina nýggju møguleikarnar innan vitlíki (AI) við drúgvar royndir innan marknaðarføring, sølu og ráðgeving – kundanum at frama.

Eg havi altíð brent fyri at skapa meirvirði. Við vitlíki hava vit fingið eitt ótrúligt amboð, men tað er fyrst, tá tað verður sameint við serfrøði og drúgvar royndir, at tað ger veruligan mun. Tað, sum áður tók vikur, tekur nú dagar. Vit brúka vitlíki har tað gevur meining, og okkara royndir til at tryggja, at úrslitið ikki bara verður skjótari, men eisini betri, soleiðis at kundin fær meira fyri minni.

Árni Olsen

Ring ella skriva

– og fá eitt óforpliktandi tilboð uppá eina heimasíðu, lýsingarátak ella aðra tænastu. Eg vil eisini fegin taka eitt prát um, hvar fyritøkan stendur, og hvat hevði munað mest fyri at røkka málunum.

Árni Olsen, stovnari av Ráðvit
Árni Olsen Stovnari og ráðvitgevi