Ráðvit Heimasíður
Ráðvit er tín viðleikari, ið ger leikvøllin javnan
Flottar heimasíður til góðar prísir, so smáar og miðalstórar fyritøkur kunnu kappast á jøvnum føti við tær stóru.
Rulla niður og javna vøllin
Ráðvit brúkar serfrøði og drúgvar royndir í marknaðarføring, margfaldað við vitlíki, til at geva tíni fyritøku meira fyri minni.
Vanliga, tá ið ein heimasíða skal gerast, fer hon gjøgnum fýra hendur: ráðgeva, sniðgeva, heimasíðuforritara og samskiftisfólk. Hvør við sínum tímaprísi og biðitíð. Ráðvit hevur ment serligar arbeiðsgongdir of forrit, ið gagnnýta vitlíki, til geva okkara kundum meira fyri minni.
Í dag – fýra veitarar
-
Ráðgevi5 tímar
-
Sniðgevi7 tímar
-
Forritari9 tímar
-
Samskiftisfólk4 tímar
Við Ráðvit – ein veitari
-
Ráðvit × vitlíki8 tímar
Spar tíð og pengar
Hvør kassi er ein tími á rokningini. Tað skýggjaða er biðitíð millum veitarar
Skjótari
Færri tímar og ongin bíðitíð millum fólk.
Snildari
Ein samrøða broytir strategi, snið og heimasíðu í einum.
Bíligari
Væl færri tímar og tí skjótari og bíligari.
Ráðvit Heimasíður
Ein snøgg og nýmótans heimasíða við rætta boðskapinum.
Ráðvit byrjar við málunum hjá tínari fyritøku og brúkar 15 ára royndir úr sølu og marknaðarføring til at geva heimasíðuni ein boðskap, so hon kann verða ímillum tær bestu á tínum marknaði. Heimasíðan er sjálvandi eisini snøgg, skjót, trygg og løtt at brúka.
Tá heimasíðan er liðug, kanst tú velja eitt hýsingarhald hjá Ráðvit.
-
Ráðvit Hýsing
200 kr. um mánaðin
Tú rindar bara fyri hýsing.
- Hýsing
-
Ráðvit Pluss
395 kr um mánaðin
Vit hava eyga við heimasíðuni fyri teg.
- Hýsing
- Kom fremst í røðina um tær tørvar hjálp
- Viðlíkahald og dagføringar
- Mátingar av ferðsluni á síðuni
- Eftirlit við at síðan riggar sum hon skal
Soleiðis arbeiða vit
Frá fyrsta fundi til heimasíðuna á netinum
Fimm greið stig, so tú altíð veitst, hvar vit eru, og hvat kemur aftaná.
-
Ókeypis byrjunarfundur
Vit byrja við einum fundi, har vit ganga ígjøgnum, hvat fyritøkan vilt røkka við nýggju heimasíðuni. Ráðvit sparrar við teg um mál, innihald og møguleikar.
-
Tilboð og góðkenning
Tú fært eitt tilboð frá Ráðvit við føstum prísi. Tá ið tú hevur góðtikið tilboðið, byrjar arbeiðið.
-
Góðkenning av sniði
Arbeiðið byrjar við einum sniðuppskoti. Tú fært atgongd til Ráðvit appina, har tú sært uppskotið og góðkennir tað – ella skrivar tínar viðmerkingar.
Í Ráðvit appini -
Heimasíðan verður bygd
Vit byggja síðuna. Tú rættar sjálvur tekst og innihald og góðkennir tað í appini, áðrenn síðan fer á netið.
Í Ráðvit appini
Ring ella skriva
– og fá eitt óforpliktandi tilboð uppá eina heimasíðu, lýsingarátak ella aðra tænastu. Eg vil eisini fegin taka eitt prát um, hvar fyritøkan stendur, og hvat hevði munað mest fyri at røkka málunum.